Tá ið Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar lótu upp triðja jóladag, fóru telefonirnar at ringja.
Fólk ringdu fyri at boða frá skaðum, størri og smærri.
Hendan dagin fekk Trygd 120 fráboðanir um skaðar, og Tryggingarfelagið Føroyar fekk yvir 300 fráboðanir.
Í dag koma fleiri fráboðanir aftrat.
Hjá Trygd siga tey, at flestu fráboðanirnar eru komnar úr Havn, men eisini komu fleiri úr Norðoyggjum og annars úr øllum landinum.
Ein stórur partur av skaðunum er takplátur og klædningar, sum eru loysnað. Ymist, sum hevur ligið leyst er farið á flog og gjørt skaða. Postkassar og ruskstativ eru farin og so víðari.
Trygd hevur enn onga meting av, hvussu kostnaðarmiklir skaðarnar eru, tí teir skulu sýnast, og tað verður gjørt komandi dagarnar.
Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tey fyribils hava sett tríggjar mió. krónur av til sksðarnar, sum hendu á jólum. Um tað røkkur, er ikki vist, tí skaðarnir skulu sýnast.
Verri í november
Skaðarnir á jólum vóru langt frá líka nógvir og stórir sum í ódnini í november. Skaðarnir tá kostaðu Tryggingarfelagnum Føroyar yvir 50 mió. krónur.
Regin Hammer hevur ikki hugt at, hvaðani í landinum flestu fráboðanir eru komnar, men Suðuroyggin er í hvussu er væl við.
Flestu skaðarnir eru privatir, sethús og bilar.
- Vit setu beinanvegin fólk av til at taka ímóti fráboðanum, og tað koma fremvegis fráboðanir inn, sigur Regin Hammer.