Landsverk hevur standandi fleiri slík teljistøð kring landið, og eitt teirra er við Hoydalsá í Hoydølum.
Hyggur ein eftir gongdini í ferðsluni seinastu fimm árini, so sær ein at her er stór øking í talinum av bilum:
Í 2001 koyrdi í miðal 7.192 bilar um hetta strekkið, meðan talið í fjør var komið heilt uppá 8.140.
Eingin ivi man vera um, at tá gjørt verður upp fyri 2006 er talið uppaftur størri.