Flestu ES lond fara aftur at brúka AstraZeneca koppingarevnið

Frankaríki, Týskland og Italia fara longu í dag aftur at koppseta við koppingarevni frá AstraZeneca

 

Frankaríki hevur onga orsøk til at vísa aftur covid-19 koppingarevni frá AstraZeneca/Oxford Univesitet, sigur stjórnartalsmaðurin Gabriel Attal í dag. Eisini Týskland og Italia fara aftur at brúka koppingarevnið longu í dag.

Portugal, Holland, Kyrpos, Letland og Litava hava boðað frá, at tey fara aftur at brúka koppingarevnið í næstu viku. Írska stjórnin bíðar við avgerðini til seinni í dag.

Noreg og Svøríki eru millum londini, sum vilja bíða við at taka koppingarevnið í nýtslu aftur. Tey bíða eftir fleiri kanningum.

Koppseting við koppingarevninum varð steðgað fyrr í vikuni í fleiri londum, men hjá Evropiska Heilivágsráðnum var eingin ótti fyri koppingarevninum.

Tað ert trygd og virkar væl, segði stjórin, Emer Cook í gjár, og fyrimunirnir javnviga við vansarnar. Hon legði eisini afturat, at »vit kunnu tók ikki endaliga útiloka eitt samband millum føri við blóðtøppum av koppingarevninum«.

Ein norskur læknabólkur er sambært blaðnum VG komin til ta niðurstøðu, at tað vóru andevnisverju-reaktiónir, sum útloystu blóðtøpparnar.

Noreg boðaði 13. mars frá, at trý heilsustarvsfólk, sum høvdu fingið koppingarevnið, vóru innøgd við blóðtøppum.

Frankaríki fer aftur at koppseta við evninum í dag. Franski forsætisráðharrin, Jean Castex, er ein teirra, sum skal koppsetast við evninum frá AstraZeneca í dag.

Attal sigur við RTL Radio, at franska stjórnin styrkir avmarkingarnar, men tað er sambært blaðnum Le Parisien koppingarevni, sum nú hevur fyrstu raðfesting.

Í ymsum økjum eru ymsar avmarkingar. Tær snúgva seg bara um ein triðing av fólkinum. Skúla, bokhandlar og krikju kunn enn hava opið.

/ritzau/AFP