Flestu djórini eftir í Føroyum

Tríggir hundar, tríggjar kettur og tvær skjaldbøkur. Tað er alt djóralívið, sum fylgir Johan og Rakul Dalsgaard til Danmarkar.

 

Tríggir hundar, tríggjar kettur og tvær skjaldbøkur. Tað er alt djóralívið, sum fylgir Johan og Rakul Dalsgaard til Danmarkar.

 

- Knold og Tot, kálvarnir hjá okkum, eru allarhelst etnir, sigur Rakul Dalsgaard. Tað er yvir eitt ár síðani, at tey fluttu úr Fámara, so hon ásannar, at tað neyvan er rætt at kalla teir kálvar í dag, og at tað hevði verið torført, at fingið teir við til Danmarkar.

 

Hygge, kalkunin í Fámara, er eisini deyð. Sambært Johan í Kollafirði, so doyði hon í flytirokinum.

 

Rúni Jacobsen, ið búði saman við hjúnunum í Fámara, og nú eigur ein triðing av bóndagarðinum í Ringe, hevði eina gás og ein seyð, nevndur Pampers. Rakul Dalsgaard sigur, at hann hevur sett seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og spurt, um tað er møguligt at fáa tey bæði við til Danmarkar. HFS hevur sent hann víðari til danska Fødevarestyrelsen, men haðani eru boðini greið: Eingin kjansur. Føroyar eru at roknað sum eitt triðja land, av tí at Føroyar ikki eru limir í ES ella EØS, og flutningur av livandi djórum frá hesum londunum er ólógligur.

 

Hønirnar eru eisini eftir í Føroyum.

- Vit mugu tí byggja alt upp av nýggjum, eisini djóralívið á garðinum, siga tey bæði, Rakul og Johan Dalsgaard.