Meiri enn 60 prosent av bretska fólkinum halda, at Gordon Boown, forsætisráðharri, eigur at leggja frá sær og at lata annan politikara taka við. Tað vísir ein meiningakanning, sum kanningarstovnurin Yougov hevur gjørt fyri blaðið The Sunday Times.
Har siga 62 prosent av teimum spurdu, at Gordon Brown skuldi lagt frá sær longu fríggjadagin, tá tað var greitt, at arbeiðaraflokkurin ikki var tann størsti í Parlamentinum longur.
28 prosent halda hinvegin, at tað er rætt av Gordon Brown at vera verandi í Downing Street nummar 10, um tey konservativu og liberaldemokratarnir ikki kunnu semjast um at skipa stjórn.
48 prosent av teimum spurdu í kanningini hjá The Sunday Times halda, at David Cameron eigur at vera forsætisráðharri í einari minnilutastjórn ella einari samgongustjórn. 31 prosent siga, at arbeiðaraflokkurin og liberaldemokratarnir eiga at skipa stjórn.