Flestu børnini eru vanrøkt

Vanrøkt er nógv vanligasta orsøkin til, at barnaverndin verður boðsend at hjálpa børnum


Vanrøkt er nógv  vanligasta orsøkin til, at barnaverndirnar kring landið verða boðsend at hjálpa børnum.

Tað upplýsir Barnaverndarstovan.

 

Barnaverndarstovan sigur, at tá ið umsorgan og uppaling miseydnast, kann tað býtast í tveir bólkar, harðskap og vanrøkt.

Harðskapur er ein gjørd gerð, sum kann skaða skaða menninginga hjá barninum. Vanrøkt er ein ógjørd gerð, sum kann skaða skaðar menningina hjá barninum.

 

Barnaverndarstovan sigur at í 119 førum í fjør var kenslulig og sálarlig vanrøkt orsøkin til at Barnaverndirnar komu uppí hjá einu familju.

Tað er 34 ferðir færri enn í 2012.

 

Harafturat er vanrøkt í sambandi við skúlagongd, likamlig vanrøkt og vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit eisini orsøkir til at børn komu undir barnaverndina so tilsamans var tað 205 ferðir í fjør, at vanrøkt av ymsum slagi varð uppgivin sum orsøk til at børn komu undir barnaverndina.

 

Hinvegin varð tað 81 ferðir, at harðskapur av ymsum slagi var uppgivin sum orsøk til at fáa barnaverndina uppí hjá eini familju. Hetta er ein stórur vøkstur  frá í 2012, tá ið harðskapur var uppgivin sum orsøk 48 ferðir.

Her er bæði talan um likamligan og sálarligan harðskap, umframt kynsligan ágang.

 

Í fjør var kynsligur ágangur 20 ferðir uppgivin sum orsøk til at boðsenda barnaverndini og tað er munandi meiri enn í 2012, tá ið kynsligur ágangur var orsøkin til átta fráboðanir til barnaverndina.

Men hættislig atferð hjá barninum er eisini ein vanlig orsøk til, at boð eru eftir barnaverndini.

 

Her er talan um at barnið hevur trupulleikar í skúlanum og vanrøkir skúlan. Talan kann eisini vera um, at barnið setir sína egnu heilsu í vanda, at tað fremur likamligan ella kynsligan harðskap, at tað nýtir rúsdrekka, ella gongur úti um næturnar.

Í tilsamans 85 førum var harðskapur orsøkin til, at barnaverndin kom upp í eitt mál í fjør, og tað er munandi meiri enn í 2012, tá ið talið var 58 ferð.

 

Í hesum sambandi ger Barnaverndarstovan eisini vart við, at talan kann vera um, at fleiri orsøkir kunnu vera til, at eitt mál verður fráboðað barnaverndini.