Mikumorgunin var ferðslupolitiið úti og kannaði bilarnar, sum komu eftir Hvítanesvegnnum - innkoyringina til Havnar.
Millum kl. 7.45 og kl. 9.00 vórðu 200 bilar steðgaðir, og bara hjá 12 av teimum var nakað at seta fingurin á.
Í flestu førum var tað galið, at fólkini ikki sótu í trygdarbelti. Hjá nøkrum var galið við ljósunum, og onkur hevði eitt slitin dekk.
Einki er at ivast í, at bilarnir hava so fá brek nú, tí so nógvir teirra eru spildurnýggir.