33.831 vóru til sjónleik í 2000. Aðrastaðni siga tey, at tess bíligari tað er at fara til sjónleik, fara fleiri, og tí verða serligar stuðulsskipanir gjørdar.
Øll vitan er týðandi, eisini tá vit tosa um mentan. Vit hava brúk fyri at granska og greina, og vit hava brúk fyri hagtølum so vit vita, hvat vit tosa um, tá vit kjakast. Tá kunnu vit menna mentanarlívið, og ikki minst so kann mentanarpolitikkurin í løgtingi og landsstýri gerast meira tilvitaður.
Alt hevur týdning. Tað hevur týdning at vita, hvussu ofta vit fara í biograf ella á listasavn, ella hvussu ofta vit lána eina bók á bókasavninum. Tað hevur týdning at vita, hvussu mentanarkrónurnar verða brúktar, hvussu nógv fólk arbeiða við mentan, og hvussu nógv mentanartilboð er fyri børn um alt landið.
Nógv av hesum hagtølunum eiga vit ikki, men Hagstova Føroya hevur nakað av tilfari um mentan, sum er vert at dvølja við.
Bæði tá tað snýr seg um áhugaleiklist og yrkisleiklist sveiggja áskoðaratølini nógv.
Metárið var 2000, tá heili 33.831 vóru til sjónleik. Í øðrum londum hevur tað víst seg, at fleiri fara til sjónleik, tess bíligari tað er, og tí hava nógv lond gjørt stuðulsskipanir, so leikhúsini kunnu seta prísirnar á atgongumerkjum niður.
Inger Smærup Søresen skrivaði í Mentan í Sosialinum 15. mai










