Størst er prosenttalið av fólki í Suðurstreymoy, sum hevur verið til koppseting. Har hava 81 prosent fingið fyrra prikið og 74 prosent eru liðugt koppsett (tølini eru fyri fólkatal 12+, av teimum, sum eru eldri enn 12 ár).
Næstbest er støðan í Suðuroyar, har tølini eru ávikavist 78 og 73 prosent, sum hava fingið fyrra og seinna prikið.
Í Sandoy og Norðurstreymoy hava 80 og 78 prosent fingið fyrra prikið og har eru 72 prosent liðugtkoppsett.
Slakast er støðan í Norðoyggjum, har 74 prosent hava fingið fyrra prikið og 66 eru liðugt koppsett. Í Eysturoy er støðan eitt vet frægari, tí har eru 68 prosent liðugt koppsett, vísa tøl hjá Heilsumálaráðnum.
Talvan vísir koppsett fólk í mun til fólkatal í økjum av landinum:
##med2##












