Flest fólk eita Jákup ella Maria

Siðbundnu fólkanøvnini eru framvegis ovast á listanum yvir mest vanlig fólkanøvn í Føroyum

Samstundis sum Rókur og Eva hava verið best umtókt nøvn millum børn, sum hava fingið navn í árunum frá 2010 og 2014, eru meira siðbudnu nøvnini framvegis mest vanlig.

Tað vísir uppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt.

Topp 10 listin yvir kvinnunøvn 1. januar 2015
1. Maria
2. Anna
3. Annika
4. Marjun
5. Rannvá
6. Katrin
7. Beinta
8. Heidi
9. Hanna
10. Sára

Topp 10 listin yvir mannfólkanøvn 1. januar 2015
1. Jákup
2. Jógvan
3. Martin
4. Rúni
5. Høgni
6. Bárður
7. Ólavur
8. Eyðun
9. Magnus
10. Kári