Barnaverndarstovan hevur savnað hagtøl fyri alt landið um talið av barnaverdnarmálum.
Tølini vísa, at flestu barnaverdnarmál í Føroyum eru á Tvøroyri. Fæstu málini eru í Eysturoynni og í Vágum.
Jákup Foldbo, sum er leiðari á Eysturoya Barnaverdnartænastu, er varin við at gera niðurstøður, tí tølini eru smá, og tað er eisini ymiskt frá øki til øki, hvørji mál barnaverndin tekur upp. Allar almennar tænastur eru fíggjarliga kroystar, og tí koma ofta fleiri mál til barnaverndirnar.
Kommunurnar gjalda fyri hølini hjá NSR og ein skrivara, og landið rindar fyri sálarfrøðing, serlærara og samskipara.
Sálarfrøðingurin tekur støðu til, um mál, sum koma inn, skulu beinast til barnaverdina, ella um tey hoyra aðrastaðni heima.