Zaporizjzja liggur í landsynningspartinum av Ukraina, og hóast býurin liggur nær hermótinum, hevur tað ongantíð eydnast russum at taka býin.
Innanríkisráðið í Ukraina sigur á Telegram, at bjargingarfólk fluttu fleiri løstaðar íbúgvar úr íbúðarblokkum, og ráðið heldur, at russar brúktu fjarstýrdar bumbur í álopinum.
Á Facebook síggjast video-brot , har bjargingarfólk rudda burtur leivdir fyri at sleppa inn í eina íbúð, sum er avsperrað. Eisini síggjast bjargingarfólk taka sær av løstaðum frammfyri ein íbúðarblokk.
Bæði Russland og Ukraina siga, at teirra álop eru ikki vend móti sivilum málum, men talið av sivilum, sum eru deyð í krígum, síðan russisku innrásina í Ukraina, sigur nakað heilt annað.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi tíðliga í morgun.











