Flentu eftir føroyingunum

Undan dystinum høvdu russisku spælararnir hug at niðurgera føroysku mótstøðumenninar

Fótbóltur

 

Høgt kall gevur høgt fall!

Tað var í øllum ein læra, sum russiska U21-landsliðið í fótbólti fekk við sær av ovara vølli í Gundadali í gjár.

Undan dystinum varð mett, at russiska liðið hevði á leið somu styrki sum tað rumenska, ið vann tryggan sigur á Føroyum leygardagin. Tann dystin høvdu russar sjálvandi sæð, og tí mundu teir ikki ivast í, at talan bara var um ein dyst, sum skuldi fáast frá hondini.

- Tá vit stóðu í gongini í B36-húsinum. Til reiðar at fara á vøllin, flentu teir forhánisliga eftir okkum. Ivaleyst høvdu teir sæð dystin hjá okkum móti Rumenia, so teir ætlaðu sær helst ein heilt lættan sigur her, sigur Bill McLoud Jacobsen, sum er annar av føroysku venjarunum.

Tað tók altso bara 58 sekund hjá føroyingunum at turka smílið av russisku andlitunum, og sjálvur heldur Bill, at talan var um eitt framúr avrik, sum heilt víst ger sítt til, at dagurin í dag verður ein av teimum heilt góðu.

- Hatta var jú heilt fantastiskt hjá okkum, og tað er stuttligt at koma úr seingini ein slíkan dag sum í dag. Nú ræður so bara um at njóta løtuna hjá okkum. Eg havi ongar sum helst ætlanir fyri dagin sum so, men eg fari so ein túr niðan á Tórsvøll, tá A-landsliðið spælir. So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer har, sigur Bill McLoud Jacobsen.