Flensburg-Handewitt hevur vunnið EHF European League

Hetta er annað árið á rað Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir vinna European League

Annað árið á rað eru Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vinnarar av EHF European League. 

 

Í finaluni í Barclay´s Arena høllini í Hamburg vann Flensburg greitt 32-25 á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Flensburg frammanfyri 19-13. Jóhan skoraði eitt mál í finaluni. Lukas Jørgensen við 10 málum og Emil Jakobsen við níggju málum stórspældu fyri Flensburg í dag. 

 

Í fjør vann Flensburg eisini EHF European League aftaná finalusigur á liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin.

 

Fyrr í dag vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW 37-31 (18-18) í dystinum um triðja plássið í kappingini. Elias skoraði níggju mál í dystinum. 

 

Vit hava vónandi samandráttir frá dystunum á in.fo seinni í kvøld.