Jónas Tór Næs spældi allan dystin fyri ÍBV, tá teir taptu fyri Gunnari Nielsen og FH í íslendsku landskappingini sunnudagin. Úrslitið bleiv 2-1 til FH.
Les eisini: Gunnar vann í yvirtíðini á Jónasi og Kaj Leo
Ein hending í dystinum hevur íslendingar at flenna. Tað er tá Jónas Tór Næs skal senda eina langa avlevering, men ikki rakar bóltin. Helst rakar hann bóltin við vinstra beini fyrst, fyri síðani at smekka eitt hol í luftina og eftirfylgjandi detta.
Jónas Tór Næs ger annars ikki nógv burturúr sær sjálvum uttanfyri vøllin, men her sleppur hann ikki undan, tí íslendska heimasíðan – visir.is – hevði fangað støðuna.