ÍF venjarin var lættur um hjartað, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Fuglafirði mikukvøldið. Í 2. hálvleiki hevði avrikið ikki verið nakað serligt, men kortini metti venjarin, at hansara lið hevði 1-1 og harvið stigið uppiborið:
– Í 1. hálvleiki vóru vit greitt omaná, og vit áttu at hava skorað. Eftir steðgin eru teir betri, men tað boðar frá styrki og góðum morali, at vit megna at stríðast alla tíðina og í síðsta minutti at skora og harvið at vinna eitt stig, segði ÍF venjarin í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum stutt eftir síðsta bríkslið.
ÍF venjarin ynskir á ongan hátt at luttaka í prátinum um, at ÍF framvegis hevur góðan møguleika at vinna FM heitið:
– Vit tosa ikki um FM. Spælararnir hava fokus á næstu venjingini og næsta dystinum, sum verður á Tvøroyri. FM stríðið verður ikki avgjørt eftir 21 ella 22 dystir, og tosið um søguligu gongdina nyttar einki hjá okkum. Tá ið vit fóru til Havnar at spæla ímóti B36, vóru tað 30 ár síðani síðsta sigurin ímóti teimum har suðuri, men tað eydnaðist okkum við at savna okkum um ta uppgávuna at vinna, og nú bíðar ein nýggj uppgáva, sum vit savna okkum um. Tá ið 27 umfør verða avgreidd, fara vit at telja saman, og tá fæst at síggja, hvussu úrslitið verður, staðfesti Flemming Christensen venjari hjá ÍF í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum.
29. apríl tapti ÍF á útivølli ímóti TB 1-0. Eftir vitjanina í Trongisvági bíðar grannauppgerð í Sarpugerði í 23. umfari, og í 27. og í síðsta umfari, sum verður leygardagin 6. oktober, eigur ÍF heimadyst ímóti HB!
Mikukvøldið noyddist vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard skaddur av vøllinum.
TB er illa spert
Tað kom ógvuliga illa við hjá TB, at tað ikki eydnaðist at vinna stig á Vágseiði mikukvøldið. Avrikið var lítið sannførandi, og á Tvøroyri ásanna teir, at tað skulu heilt aðrir bollar á suppuna, um tað skal sleppast undan støðugu hóttanini av niðurflyting.
Seinasti sigurin var á heimavølli ímóti FC Suðuroy, tá ið úrslitið var 3-0. Níggju tær seinastu ferðirnar er TB farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Tríggjar ferðir hevur verið javnt.
19 ára gamli miðvallarin Rógvi Joensen varð skaddur í útidystinum ímóti Víkingi, og hann er framvegis uttanfyri.
TB - ÍF: Páll Augustinussen
sunnudagin klokkan 15.00