Skuldi grein 266b verið avtikin?
Í kvøld kl. 20 fer upphavsmaðurin at Muhammed-kreppuni, Flemming Rose, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið tekur útgangsstøði í teimum 12 tekningunum av profetinum Muhammed í Jyllandspostinum í 2005, sum tveitti Danmark út í størstu uttanríkispolitisku kreppuna síðani 2. veraldarbardaga, og sum elvdi til stórar mótmælisgongur í muslimska heiminum, brennandi danskar sendistovur, handilsboykott og yvirgangshóttanir. Men Rose fer eisini at viðgera teir prinsipiellu spurningar, sum málið reisti:Nær eru orð vandamikil? Skal átrúnaður verjast ímóti atfinningum? Er framsøgufrælsið hótt í Evropa? Hvussu er tað at liva við deyðshóttanum? Og hvussu skulu vit liva saman í einum multikulturellum og alt meiri fjølbroyttum heimi?
Flemming Rose hevur ta sannføring, at talufrælsið er undir trýsti í dagsins Evropa. Og ein av hansara meiri umstríddu sannføringum er, at § 266b í revsilógini átti at verið avtikin. Hetta var greinin, sum elvdi til so nógv stríð í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, tá orðini ”kynslig orientering” vórðu skoytt upp í føroysku lógina. Sambært Rose er hetta ein áseting, sum verður misnýtt um allan heim til at kúga tað frælsa orðið, og sum heldur ikki hevur ta ávirkan ella úrslit, sum hon skal eitast at hava. Sambært Rose skal tað frælsa samfelagið fyrst og fremst verjast við orðum og grundgevingum, ikki við lóggávu og dómstólum.
Hesir og aðrir spurningar eru á skránni í Norðurlandahúsinum í kvøld. Flemming Rose lendir tíðliga seinnapartin, og fyrilesturin byrjar kl. 20.










