TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var gjørd við U19 kvinnulandsliðsvenjarin í hondbólti, Flemming Oliver Jensen, aftaná heiðurliga 18-26 tapið ímóti Kekkia. Støðan í steðginum var 13-6 til Kekkia, so føroysku kvinnurnar høvdu ein megnar seinna hálvleik.
Dysturin var spældur yviri í Litava, sum er vertur fyri EM-undankappingarbólkinum, har Føroyar, Kekkia, Litava og Noreg taka lut.
Flemming Oliver iðrar seg um fyrstu løtuna, har føroysku kvinnurnar vóru aftanfyri 1-6, tá fáir minuttir vóru farnir. Næstu stóru løtuna er hann nøgdur við, tá føroysku U19 kvinnurnar spældu upp ímóti Kekkia, tó fór megin eitt sindur úr teimum føroysku spælarunum seinastu minuttirnar av dystinum.
Leikliga heldur Flemming Oliver talan verða um eina stóra uppreisn fyri føroyska liðið. Nú skemtar hann við, at Føroyar skulu bara vinna við 9 málum ímóti Noregi í morgin, so eru føroysku U19 kvinnurnar komnar víðari til EM-endaspælið.
(Savnsmynd: hsf.fo)