Flemish Kap var at rokna sum ein manndómsroynd

Seinasti parturin á Flemish Kap tiltakinum leygardagin, eftir at Helgi Jacobsen og Eyðun Mohr Viderø høvdu havt sínar framløgur, var eitt Flemish Kap talkshow, har útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe tosaði við fimm menn, ið allir hava roynt lívið á Flemish Kap, nevniliga Sámal Jákup Olsen, Jóan Petur Klein, Andrass Holm Arge, Poul Sivar Olsen og Líggjas Johannesen.


Sámal Jákup hugleiddi serliga um túrarnar við Norðingi, ið Norðoya Samvinnufelag átti. Og umborð á Norðingi vóru umstøðurnar munandi betri enn á hinum línuskipunum. Eitt nú var vatngerari umborð, soleiðis at menn kundu vaska sær – nakað, ið ikki bær til við t.d. Klakki, sum Sámal Jákup hevði verið við frammanundan.


Jóan Petur Klein sigldi við Pison, sum Joensen & Olsen átti, í mong ár, bæði sum stýrimaður og skipari. Og hóast vit í dag hugsa at umstøðurnar ikki vóru av teimum bestu, var talan um munandi framstig í mun til tað, sum hevði verið frammanundan. Eitt nú nevndi Jóan Petur, at fyrsti túrurin til skips var við sluppini Fimm Systrum í 1958, tá hann var 15 ára gamal. Tá var farið til saltfisk undir Íslandi við snellu. Og eitt av stóru framstigini umborð var tá ein av monnunum fekk tað frálíka hugskot at klúgva eina slangu og leggja hana á bukkuna soleiðis at tað bleiv at sindur bleytari at seta seg, tá neyðug ørindi skuldi avgreiðast.


Samanborið við hetta var tað at fara við Pison í 1963 sum at fara á hotell. Men hetta var eisini eitt hundalív, langir túrar og tað rullaði ofta illa, og tað hendi meiri enn so, at menn skóru seg ella brutu fleiri rivjabein, tá teir vóru slongdir eftir dekkinum í tungari aldu.


Andrass Holm Arge, sum í dag er løgfrøðingur, hevði hug at royna ein túr á Flemish Kap, og hetta gjørdist vártúrurin hjá Pison í 1985. Farið varð avstað Flaggdagin og teir vóru ikki aftur á Klaksvík fyrrenn í september, hóast hildið var at hetta fór at gerast ein stuttur túrur.


Andrass segði at tað at fara á Flemish Kap var at rokna sum ein manndómsroynd, bæði tá tað snúði seg um kroppsliga og sálarliga styrki. Arbeiðslívið umborð var strævið, skipið var ikki yvirdekkað, og ein unglingi, ið var sín fyrsta túr, spýði í ein heilan mánað.


Men hørðu umstøðurnar umborð lærdi teg at taka við avbjóðingum og ikki setast aftur – og hetta er ein lærdómur fyri lívið. Hinvegin, vóru tað als ikki allir, ið toldu hetta harða lívið umborð. Og Flemish Kap lagnurnar, ið ikki rættuliga fótaðu sær heima, eru ikki so fáar.


Hetta sást millum annað, tá menn komu heim, og vóru fullir allatíðina, samstundis sum tað eisini mangan kundi vera buldraligt, tá fari var inn at bunkra og proviantera á hálvum túri.


Vit nevndu, at Norðingur hevði vatngerara umborð, og tað høvdu størru línuskipini Borðoyarnes, Hans Erik og Norðaldan eisini. Men henda útgerð var ikki umborð á smærru línubátunum. Og tískil sluppu menn ikki at vaska sær – skrúva var stutt sagt fyri krananum, soleiðis at nóg mikið av vatni var umborð til matgerð og annað.


Poul Sivar Olsen nevndi eitt nú vártúrin hjá Borðoyarnesi í 1986. Hetta var tólvti túrurin hjá honum á Flemish Kap, og henda túrin var hann skipari. Tað gekk ikki so væl at fáa fólk, so eini stýrimaðurin gjørdist ein blaðungur Líggjas Johannesen, sum tá var bara 21 ára gamal.


Poul Sivar segði seg vera ivasaman við at fara avstað við einum so ungum stýrimanni, men tá saman um kom, royndist Líggjas sera væl á brúnnið.


Sjálvur segði Líggjas, at hann hugsaði “hvat f... havi eg rótað meg út í”, tá lagt var frá landið.


Tað hevur eisini hildnast væl hjá Líggjasi, sum í dag er skipari og ein av eigarunum í frystilínuskipinum Klakki, sum fyri stuttum, sum hitt eina av fimm frystilínuskipum, kom aftur av Flemish Kap.


Líggjas vísti á, at umstøðurnar umborð í dag als ikki kunnu samanberast. Manningin hevur internet, skypar heim, gongur á vakt 6 og 6, og vaskar sær dagliga. Hetta ger eisini at sosiala lívið umborð verður nógv betri.


At enda varð Líggjas spurdur um hvønn týdning, ið veiðan á Flemish Kap hevur fyri Klakk. Og her var Líggjas púra avgjørdir: “Ein triðingum av søluni í fjør stavaði frá Flemish Kap, so hesir túrarnir eru avgerandi fyri Klakk.


Tá hesin parturin var liðugur, takkaði Dávur Winther, fyrireikari, teimum, ið høvdu verið við, og síðani var høvi at fáa sær ein kaffimun og nakrar sera vælsmakkandi bitar við saltfiski – og sum altið so var nógv gott prát í teimum ymsu krókunum.


Tekstur og myndir: Dávur Winther