Síðan føroysku frystilínuskipini komu aftur at Flemish Kap, hevur verið gitt um, hvat skipini fóru at fáa fyri toskin. Meginparturin er avhøvdaður og frystur fiskur, og tískil eigur kiloprísurin at verða hægri enn fyri rundan fisk.
In.fo hevur skift orð við fiskakeypara, sum hevur keypt ein minni part av frysta fiskinum av Flemish Kap. Viðkomandi sigur, at fiskurin er ikki komin upp á pláss á virkinum enn, og tí hava tey heldur ikki sæð fiskin.
- Sum vit hava skilt eru eini 800 av umleið 1100 tonsum hjá skipunum av Flemish Kap seld og soleiðis, sum vit duga at meta um, liggur miðalprísurin beint undir 30 krónur fyri kilo, sigur fiskakeyparin.
Kvotan, sum skipini eru sloppin at fiska á Flemish Kap í ár, eru út við helvtina minni, enn hon var í fjør, og tað er ikki óhugsandi, at hetta eisini ávirkar prísin. Í aðrar mátar mugu vit hava í huga, at hetta er avhøvdaður fiskur.