Flemish Kap í orðum og tónum

Flemish Kap og aðrar perlur á Sjómannadegnum

Eftir frálíku løtuna við Rana Nolsøe band á Summar Festivalinum verður høvi at taka til sín enn fleiri perlir úr sangskríninum í Spaniastovu leygarkvøldið kl 22.

Tónleikurin verður livandi eldri og nýggjari tónleikur, Frændur klassikarar, fleiri av bestu sangunum hjá Rana, sum hava verið nógv frammi, eftir at Rani byrjaði sum solistur. Nevnast kunnu Flemish Kap, Til Glæmu, Til Hammerhaimb og Føroyar er land mítt.

– Heimliga Spaniastova verður karmur um eina inniliga konsert, har eisini frásøgan fær ein serligan brodd, skriva fyrireikararnir.

Leygarkvøldið verður bólkurin mannaður við vælspælandi feðgunum Rani og Eyðun á gitar og tónleikaligu úrmælingunum Jógvan Fróði Baldvinsson, bass, og Henning Hjalt Nicodemussen, trummur.