Fiskimálaráðið hevur skrivað út fyrstu fimm fiskiloyvini at fiska føroysku toskakvotuna á Flemish Kap.
Sambært kunngerðini, ið varð lýst í vikuni, hava trolarar í bólki-2 og línuskip í bólki-3 fyrsta rætt at søkja um at sleppa á Flemish Kap.
Tað hevur elvt til politiskt rumbul, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í ár hevur valt at býta toskakvotuna til aðrar enn flakatrolararnar. Argumentið hjá Jacob Vestergaard er, at flakatroalrarnir hava eina munand størri kvotu at dúva uppá í Barentshavinum í ár, sammett við undanfarin ár. Tí skal kvotan á Flemish Kap í staðin latast øðrum skipabólkum, sum hava størri tørv á nýggjum inntøkumøguleikum.
Hinvegin hevur landsstýrismaðurin valt at síggja burtur frá argumentinum um søgulig rættindi.
Dúgliga hevur verið gitt um, hvør nú fór at søkja um fiskiloyvi á Flemish Kap.
Higartil hevur Fiskimálaráðið útskrivað fimm fiskiloyvi.
Higartil hevur bara ein trolari úr bólki-2 fingið loyvi. Tað er Vesturleiki úr Sørvági. Eisini hava fýra línuskip fingið loyvi at fara á Flemish Kap. Talan er um Váðastein úr Havn, umframt línuskipini Eysturoying, Sigmund og Mascot, sum øll eru av Toftum.
Føroyska toskakvotan á Flemish Kap er i ár 3154 tons. Talan er um felagskvotu, tað merkir at øll skipini fiska frítt, til kvotan er uppfiskað.