Fleksnes kundi ikki hjálpa

Norskir fjølmiðlar gjørdu í farnu viku nógv burtur úr, at nýggi venjarin hjá Odd Grenland, Ove Flindt-Bjerg, tók eitt heldur óvanligt stig. Flindt-Bjerg, sum áður hevur vant KÍ, gav sínum spælarum ein frídag og bæð teir verða heima og hyggja eftir Fleksnes, sum er norsk skemtirøð, ið eisini var at síggja í føroyskum sjónvarpi á sinni.

Sunnudagin spældi Odd Grenland á útivølli ímóti Rosenborg, og Odd Grenland tapti dystin 4-1. Harvið er liðið framvegis í stórum niðurflytingarvanda.