Flekk fyllir 25 ár

Væl umtókti hundahvølpurin Flekk fyllir 25 ár, og í hesum sambandi hevur Bókadeildin givið út tríggjar nýggjar bøkur um Flekk og vinir hansara.
Fyrsta Flekk bókin kom út í 1980, og tað vísti seg skjótt, at enski teknarin Eric Hill, hevði rakt okkurt, sum børnum hava dámað. Uttan iva, tí við Flekk bókunum skulu børnini ikki sita í friði og lurta, men heldur spæla við bókina.
Flekk á bóndagarðinum er ein bók, sum er grundað á kenslusansin. Í bókini hjálpir Flekk til á bóndagarðinum, og børnini kunnu nerta við myndirnar og fáa eina kenslu av m.a bleytum høsnarungum, ullintum seyði, snýðinum á grísinum ella rusputum hoyggi.
Bókin er prentað á hart papp og er egnað til tey smæstu børnini.





Flekk stuttleikar sær og Flekk spælir eru tvær málibøkur, egnaðar til størri børn. Í bókunum eru 48 sera stuttligar myndir av Flekki, familju og vinum hansara og undir myndunum er ein lítil frágreiðing um, hvat tey takast við. Vaksin kunnu lesa fyri børnunum ella børnini, sum júst eru byrjað ella hava nakrar royndir at lesa, kunnu sjálvi lesa tað, sum stendur undir myndini.
Litbøkurnar eru í A4 stødd, so myndirnar eru stórar og lættar at lita. Við bókunum fylgir oljukrit, so børnini kunnu byrja at lita beinanvegin.
Nýggju Flekk bøkurnar fáast um alt landið.