Trý fólk bjóða seg fram sum nevndarlimir Føroya Lærarafelag. Tað varð greitt, tá freistin at stilla upp til nevndarvalið var úti klokkan 10 í gjár.
Tí tá vóru trý valevni komin upp á listan. Torfinn Højgaard, sum er kassameistari felagsins, og Jónleif Johannesen, sum er næstformaður felagsins, standa báðir fyri vali. Teir stilla uppaftur; umframt er Andrea á Rípuni komin á listan. Hon hevur ikki verið í nevndini í Føroya Lærarafelag áður. Andrea á Rípuni er lærari í Skúlanum á Giljanesi.
Aðalfundur Føroya Lærarafelags verður 5. apríl í Skúlanum við Løkin.