Millum 15 og 20 umsóknir eru komnar til starvið sum stjóri í Pf. Trygd, men setanin kann taka tíð Fyrradagin var seinasta freist at søkja starvið sum stjóri í tryggingarfelagnum Trygd, og nevndini nýtist ikki at endurlýsa, tí millum 15 og 20 umsøkjarar liggja framvið.
Nevndin í Trygd fer at viðgera umsóknirnar í næstu viku, og til at hjálpa sær hevur hon fingið ráðgevar úr útlondum. Janus Petersen, nevndarformaður, sigur við Dimmalætting, at fleiri skikkaðir umsøkjarar eru, og at tað kann fara at taka tíð, áðrenn avgerðin verður tikin.
Síðani Ali Celebi fór frá tann 1. juli, hevur Niels Juel Arge verið fyribilsstjóri í Pf. Trygd.










