Fimm vilja verða stjóri á Sernámsdeplinum, og seks vilja verða stjóri í Skúlanum á Trøðni.
Freistin at søkja starvini var úti í gjár. Upprunaliga varð ætlað, at størvini verða sett frá 1. januar at rokna, og hóast stutt er eftir av árinum, miðar Mentamálaráðið framvegis eftir, at størvini verða sett, áðrenn árið er úti.
Harriet Hansen, sum eisini er leiðari á NSR-tænastuni í Havn, hevur røkt starvið sum stjóri á Sernámsdeplinum síðan í summar, og Jan Christiansen hevur verið stjóri í Skúlanum á Trøðni í gott og væl fimm ár.










