Sjúrður Skaale verður nú uttanflokka tingmaður í løgtinginum. Men fleiri eru, sum vilja hava fatur á honum.
Sjúrður Skaale hevur ikki gjørt av enn, hvussu hansara politiska framtíð verður. Hann hevur arbeitt fyri Tjóðveldi síðani kanónvalið hjá flokkinum í 1998, tá hann vaks frá fýra tingmonnum til átta tingfólk.
Men hóast Sjúrður Skaale einki fæst at siga um, hvussu verður við politisku framtíðini, so váttar hann tó, at fleiri aðrir flokkar hava havt følarar úti.
Politiskt vilja fólk flokka Sjúrð Skaale sum javnaðarmann. Men Aksel V. Johannesen, nýggi formaður Javnaðarfloksins, hevur boðað frá, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur.
Í stjórnarmálum hevði Sjúrður Skaale kanska hóskað saman við Poul Michelsen og Framsókn, men hann verður ikki mettur at verða ein borgarligur politikari.
Og skulu vit fara eitt sindur í sjálvsing, so kundu vit sagt, at fyri at fáa eitt sindur av hvørjum, so kundi hann farið upp í Sjávstýrisflokkin.










