Fleiri vilja giftast í kirkju

Kirkjurnar í Onglandi hava seinastu árini upplivað ein ótrúliga stóran vøkstur av kirkjuligum brúdleypum. Men henda gongdin hevur kortini lítið við religión at gera.

Hetta er úrslitið av eini kanning, sum The Henley Centre hevur gjørt fyri Church of England. Íalt vórðu 1800 fólk sum giftu seg í eini kirkju.
Niðurstøðan í kanningini er greið: Bert helmingurin av teimum spurdu valdu eitt kirkjubrúdleyp av religiøsum orsøkum. 77 % góvu sum orsøk fyri hesum at tey ynsktu eitt rættiligt brúdleyp, meðan 69 % søgdu at plaseringin av kirkjuni hevði avgerandi týdning.
Tey vanligu kirkjuligu brúdleypini hava framvegis stóran áhuga, tí nógv ynskja at gera hetta í eini eksklusivari kirkju í vøkrum umhvørvi.