Viðareiði: Í dag búgva 352 fólk í Viðareiðis kommunu. Men líkt er til at tey gerast enn fleiri í næstum.
Á skrivstovuni í bygdarráðnum liggja tey inni við fleiri umsóknum frá fólki, ið er hugað at búseta seg í hesi norðastu bygd okkara.
- Vit hava seks seriøsar umsóknir, staðfestir borgarstjórin, Hans J. Kallsberg yvirfyri Sosialinum.
Hetta hendir, hóast henda bygdin liggur fjarskotin, og hóast neyðugt er at koyra eftir bæði smølum og ótíðarhóskandi vegi um bygdarfólkið skal nakrastaðni við bili.
Helst er tað vakra náttúran og barnavinarliga umhvørvið, sum gera sítt til, at fólk senda inn umsóknir til grundøki.
Flyta inn
Hóast fólk eru spent eftir at fáa grundøkið fyri at byggja sær síni egnu hús, so er kortini neyðugt hjá teimum at geva tol.
- Eg sigi bara sum Heðin (Mortensen, blðm.), at tað tekur tíð at avgreiða øll hesi málini – eisini í okkara kommunu, sigur Hans J. Kallsberg.
Meðan bíðað verður, kann bygdarfólkið fegnast um, at hús standa í gerð og at fólk eru í ferð við at flyta inn í tvinnandi hús í bygdini.
Spurdur um, hví fólk velja at búseta seg í heimbygd hansara, sigur hann at oftast er talan um, at annar parturin er ættaður haðani.
- Hinvegin eru ikki nógvar umsóknir frá fólki, har hvørgin teirra er ættaður av Viðareiði, sigur borgarstjórin.
Trivnaður
Fólkatalið á Viðareiði hevur verið støðugt vaksandi seinastu 20 árini.
Í 1985 búðu 275 fólk í bygdini og fýra ár seinni fór talið upp um 300, vísa hagtøl frá Hagstovuni.
Hesi seinnu árini hevur talið ligið rættiliga støðugt millum 340 og 350, og var um ársskiftið tað hægsta nakrantíð – 352.
Í bygdini finst millum annað skúli, spælistova til dagrøktina og í næstu letur eisini ein handil uppaftur, eftir at bygdin hevur ligið í handilsloysi í eina tíð.
Samstundis við hetta verður í løtuni kannað, um og hvussu ein tunnil skal gerast millum Hvannasund og Viðareiði. Ymiskar loysnir hava verið viðgjørdar, millum annað ein tunnil uppá 2300 metrar.
Roynt verður í øllum førum at skapa umstøður, soleiðis at fólk kann trívast á Viðareiði.










