Fleiri vilja búgva í Grønlandi

Seinasta árið er Nuuk vaksin við tilsamans 354 íbúgvum, soleiðis at fólkatalið í grønlendska høvuðsstaðnum hin 1. apríl í ár var 18.999.

 

 

Tað búðu 120 fólk fleiri í Grønlandi hin 1. apríl í ár enn hin 1. januar í ár, og seinasta árið er Nuuk vaksin við tilsamans 354 íbúgvum, soleiðis at fólkatalið í høvuðsstaðnum hin 1. apríl var 18.999.

 

Tað vísa tøl hjá Grønlands Statistik, sum fevna um bæði til-og fráflyting, fødd og deyð í nevndu tíðarskeiðum.

 

Meðan fleiri og fleiri vilja búgva í Nuuk, gongur tað framvegis øvutan veg í Kujalleq kommunu, sum gjørdist 45 íbúgvar færri í fyrsta fjórðingsári í ár.

 

Men, tað er ikki bara kommunan har suðuri í landinum, sum er minkað í fólkatali í fyrsta fjórðingsári. Tað sama er hent í Qeqertalik kommunu, sum er minkað við 38 íbúgvum síðan hin 1. januar í ár. 

 

- Aðrar grønlendskar kommunur, sum eitt nú Avannaata og Qeqqata kommuna, fingu nakrar fleiri íbúgvar í fyrsta fjórðingsári í ár, ávikavist 10 og 26, skrivar Sermitsiaq, sum leggur aftrat, at í fyrsta fjórðingsári fluttu 492 fólk til Grønlands, og 359 fólk fluttu úr landinum.