Nú er ein vika liðin, síðani Frida Meinertsdóttir Reyná úr Elduvík stovnaði Facebook bólkin "Vit binda til okkara næsta" við tí endamáli at veita hjálp til tey treingjandi í Føroyum.
Les: Bindur til tey fátæku í Føroyum
Í dag var limatalið komið á 524 limir, og tað er vaksani. Hvønn dag koma fyrispurningar um pløgg, so sum troyggjur, hosur, húgvur og annað. Tey flestu senda Fridu eini persónlig boð, og har greiða tey frá umstøðum sínum, sum gera, at tey ikki hava ráð til tey heitu, heimabundnu klæðini.
— Eg eri enn ovfarin av, at tað eru so mong, sum tørva og at tað eru so mong, sum fegin vilja geva. Eg havi nógv at gera við umsitingini av bólkinum, men eg eri als ikki troytt. Eg ætli mær heilt víst at halda áfram við hesum, sigur Frida Meinertsdóttir Reyná, og leggur afturat, at tey, sum ikki hava Facebook, eisini kunnu fáa ella geva við at seta seg í samband við seg.
—Tað er ikki soleiðis longur, at øll hava familju, sum kann hjálpa til. Tað er kostnaðarmikið at leiga íbúðir í Føroyum, og øll skulu keypa mat. Fleiri hava onki eftir, tá alt er goldið, og tí má man má royna at hjálpa har, sum man kann, sigur hon álvarsom.
Hon greiðir frá, at hon í dag hevur fingið ein fullan beriposa av hosum frá eini kvinnu, sum segði, at hon situr og bindur kortini.
— Tey sum mangla kunnu eisini biðja um pløgg - so sum hesar hosurnar - at lata í jólagávu. Tað hopi eg, at onkur skrivar á bólkin, tí tað eru fleiri, sum duga væl at hekla einglar, stjørnur og annað, og binda hosur og annað heitt, sum kann brúkast til jólagávur hja teimum, sum ikki hava ráð til at keypa jólagávur, sigur hon.
Hon heldur tó, at tað enn óivað sita fleiri einligir pápar í landinum, sum treingja til bundin pløgg til børnini, og vil fegin heita á teir um ikki at smæða seg burtur
— Tað er ofta verri hjá monnum at biðja um hjálp, hóast teir treingja, heldur hon, og leggur afturat, at tað eisini eru fleiri føroyskir menn, sum binda, og at teir eisini eru vælkominir í bólkin.