Miðal lívsævi hækkar støðugt. Dreingjabørn, sum vórðu fødd í 2011, kunnu vænta í miðal at liva í 79 ár og gentubørn til tey eru 85 ár.
Tað skrivar Hagstovan.
Í Føroyum eru nágreinilig hagtøl um lívsævi gjørd síðani 1985. Tá var miðal lívsævi fyri mannfólk 72,1 ár og fyri kvinnur 79,4 ár. Sostatt eru tað menninir, sum seinastu 25 árini hava longt meiri um teirra lív úr 72,1 árum upp í 79,1 ár og kvinnurnar úr 79,4 árum upp í 84,9 ár. Munurin er tó framvegis stórur, við at kvinnur í miðal liva 5,5 ár longri enn menn.
Væntaði livialdurin ella miðal lívsævi er aldurin, sum eitt nýføtt barn væntandi fer at liva.
Til ber eisini at rokna, hvussu nógv ár ein persónur kann vænta at liva aftur at sínum verandi aldri. Ein genta, sum er fødd í 2011 kann í miðal vænta at liva í 85 ár. Roknaða miðal lívsævi hækkar nakað, alt eftir hvussu langt fólk eru komin á lívsleiðini. T.d. kann ein genta, sum var 15 ár í 2011, vænta at liva til hon er 85½ ár. Meðan ein kvinna, sum bleiv 65 ár fyrraárið, kann vænta at liva til hon er 87½ ár.
At fleiri og fleiri fara um tey 100 árini er ikki so óvæntað. Og tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum fara um tey 100 árini.
Sambært fólkateljingini í 1977 vóru 2 kvinnur, sum vóru 100 ár. Í 1970 var ein kvinna fødd fyri 1872, so hon var 98 ár ella eldri. Í 1966 var ein kvinna, sum var 97 ár. Sambært fólkateljingini í 1960 var ein kvinna, sum var 97 ár.