36.458 føroyingar hava atkvøðurætt til løgtingsvali 1. september enn til undanfarna val. Tað er 851 fleiri enn til undanfarna val. Tað vísir ein uppgerð hjá Almannaráðnum.
Ein partur av vøkstrinum stavast frá talinum av lesandi uttanlands, ið hava skrásett seg at atkvøða. Til seinasta val høvdu 425 lesandi skrásett seg at velja, meðan tað til hetta valið eru 670, ið hava skrásett seg. Tað er ein vøkstur á 245 veljarum.
345 av teimum lesandi uttanlands eru skrásett at hava valstað í Tórshavn.
Hóast talið av veljarum er hægri enn til undanfarna val, so er talið av valstøðum minka. Til seinasta val valdu føroyingar á 60 ymiskum støðum, meðan tað til komandi val einans eru 58 valstøð.
Tað eru veljararnir í Gásadali og Bø, ið nú skula velja í Sørvági í staðin.
Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn við 12.464 og minsta er skúlin í Mykinesi við 12 veljarum.