Talið av íbúgvum í Føroyum er seinastu árini voksið so mikið nógv, at íbúgvatalið nú nærkast 50.000. Tað vísa seinastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.
Í 2015 vaks fólkatalið í Føroyum nevniliga við 546 fólkum, so at tað 1. januar 2016 búðu 49.192 føroyingar í Føroyum.
Orsøkirnar til vøksturin eru tvinnar í 2015. Burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð, var 230 fólk, meðan nettotilflytingin, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, var 316 fólk.
Hagstova Føroya leggur tó dent á í teirra greining, at góða gongdin í fólkatalinum ikki skyldast burðaravlopinum, ið hevur verið fallandi síðstu árini, men heldur er orsøkin flytingin millum Føroyar og útlond, har tað serliga eru færri føroyingar, ið flyta av landinum.

Fleiri velja Føroyar





