Nógv fólk vóru komin at heilsa uppá Pól hendan dagin bæði vinir og kenningar og starvsfelagar frá øðrum fjølmiðlum. Talur vóru hildnar og gávur handaðar.
Pól hevur í mong ár havt ábyrgdina av vikuskiftisinnlegginumhjá Dimmalætting við nógvum áhugaverdum tilfari. Fyrst var tað Viðskerin, og seinni bleiv tað Skái.
Umframt Pól vóru tað fleiri onnur starvsfólk á blaðnum, sum vórðu heiðraði. Tað er soleiðis at á Dimmalætting eru tað nógv starvsfólk sum hava arbeitt bæði meira enn 30 og meira enn 40 ár. Hesi vórðu eisini heiðraði hendan dagin.
Í framtíðini verður skipað fyri móttøku fyri teimum, sum hava 25, 40 og 50 ára starvsdagar á blaðnum.