Fleiri vígslur í dag

11.11 er í dag, og hóast fríggjadagur er, hava fleiri pør valt at giftast í dag

Ein vígsla er nakað serligt í lívinum, og summi velja at gera hana til nakað enn meira serligt við at giftast ávísar dagar. Tølini draga.
6. 6.06 vóru fleiri vígslur, og tað sama 7. 7. 07, og so víðari.
Í dag er 11.11.11, og hóast ikki er vanligt at giftast fríggjadag, sum pátrúgvin sigur er óeydnisdagur, hava fleiri vígslur verið í dag.
Tað er heilt óvanligt at giftast fríggjadag í Føroyum, siga prestar. Nógv tey flestu giftast leygardag fyri at kunna halda veitslu um kvøldið.
Hvussu nógvar vígslur hava verið, er ikki greitt, tí øll leggja ikki í at lýsa við tí.
Í dag hevur í hvussu er ein gudstænasta verið í Glyvra kirkju, ein í Vesturkirkjuni, ein á Húsum, ein í Leirvík, tvær í Kvívík og tvær í Suðurstreymar eystara prestagjaldi.
Borgarligar vígslur hava eisini verið.
- Eg skal víga trý pør. Ein vígsla verður 11.11. klokkan 11.11, og tað er eitt hálvt ár síðan, tey bóðu um at verða vígd tá, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Eisini í Danmark hava verið óvanliga nógvar vígslur í dag.
Á ráðhúsinum í Keypmannahavn loyva tey vanliga ikki fleiri enn 16 vígslum um dagin. Men tað loftið varð slept henda serliga dagin, og har skuldu 163 pør vígast í dag.
Hetta við at velja at giftast slíkar dagar hevur vundið uppá seg og væntandi verða heilt nógvar vígslur 12.12.2012, tí tað verður seinasti møguleiki nógv ár fram at velja slíkar dagfestingar fyri at giftast.
Summi halda tað vera fjas endiliga at skula giftast 10.10.10 ella 11.11.11.
Ein prestur sigur, at hann vígdi eitt par 06.06. Hjúni vóru fegin, men tað vóru tey, sum hildu, at har var í so nógv seks.