16 av offrunum fyri kúlunum hjá Anders Behring Breivik á Utøya vórðu borin til teirra seinasta hvíldarstað í dag.
Ein teirra var leiðarin fyri AUF í Oslo, Håvard Vederhus, sum bert gjørdist 21 ára gamal.
Hann var ein av teimum 69, sum mistu lívið í terrorálopinum á Utøya fyri skjótt tveimum vikum síðani. Hann hevði verið leiðari fyri Oslo siðani februar 2011.
Mentamálaráðharrin, Kristin Halvorsen, og landbúnaðar- og matvørumálaráðharrin, Lars Peder Brekk, vóru við til jarðarferðina saman við hundraðtals øðrum, ið vóru møtt upp at siga eitt seinasta farvæl.
Kristin Halvorsen var ein av mongum røðarum í kenslubornu jarðarferðini. Hon kom at kenna Håvard Vederhus gjøgnum politikk, og var týðiliga merkt av sorg.
Vónloysi og sorg merkir okkum øll, sum fingu loyvi at møta og kenna Håvard gjøgnum arbeiðið í Mentamálaráðnum og Undirvísingarmálaráðnum, segði Halvorsen í minnisrøðu síni.
Um alt landið vóru jarðarferðir, har offur fyri terrorálopunum í Oslo og Utøya vórðu jarðað, einsorgardagur í Noreg, skrivar norska Dagbladet.