Fleiri ungir Víkingar eru á vøllinum

Lukasz Cieslewicz er millum teir, sum sita á beinkinum í Sarpugerði

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av EB/Streymi.

Nú er tað greitt, at tríggir ungir spælarar hjá Víkingi, sum ikki hava verið so ofta millum teir fyrstu ellivu, vera við frá fyrsta bríksli ídag.

Talan er um Noah Mneney, Geza David Turi og Arnbjørn Svensson. Millum teir á beinkinum eru Lukasz Cieslewicz og Vukasin Tomic.

Tað er stutt millum dystirnar. Víkingur skal hóskvøldið spæla á heimavølli ímóti HB.

 

Víkingur – EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Noah Mneney, Elias Lervig – Gaza David Turi, Gunnar Vatnhamar – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen – Bárður Olsen, Hjalti K. Djurhuus – Tóki H. Johannesen, Gestur B. Dam, Niklas T. Kruse – Gutti Dahl-Olsen