Fleiri ung og fleiri gomul til arbeiðis

Talið á teimum heilt ungu, og pensjónistum, sum arbeiða, er vaksið serliga nógv

Talið á tannárinum og talið á pensjónistum, sum eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, er serliga stórt.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at talið á løntakarum hækkar alsamt, men at tað serliga eru tannáringar og pensjónistar, sum eru farin til arbeiðis.

 

Hagstovan vísir á, at í aldursbólkinum frá 20 til 54 ár, er lutfalsliga lítil vøkstur í talinum á løntakarunum við tað, at talan er um eina framgongd ímillum 0,6 prosent til 2,8 prosent.

 

Tann stóra framgongdin er hjá tannáringum, har 1.890 løntakarar vóru í juni í ár, og tað eru 138 løntakarar fleiri enn fyri einum ári síðani.

 

Eisini vísir tað seg, at alsamt fleiri og fleiri pensjónistar fara til arbeiðis. Í juni í fjør vóru 1.016 pensjónistar til arbeiðis, men í juni í ár vóru gott 100 pensjónistar fleiri til arbeiðis, og tað er ein vøkstur upp á 10,3 prosent.

 

At fleiri tannáringar fara til arbeiðis kann hava samband við, at arbeiðsloysið er so lágt í løtuni.

- Tá verður eftirspurningurin eftir alternativari arbeiðsmegi stórur, sigur Hagstovan.

 

Men orsøkin til, at alsamt fleiri pensjónistar eru á arbeiðsmarknaðinum, kann vera tann, at talið á pensjónsum økist.