Hóast rúsdrekka er nógv tann størsti trupulleikin hvat misnýtslu viðvíkur, so er rúsevnismisnýtsla ein vaksandi trupulleiki. Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Blákrosheiminum fyri 2012.
Frágreiðingin vísir, at talið av ungum, ið leita sær viðgerð fyri rúsmisnýtslu, hevur verið vaksandi seinastu árini. Tað vísur seg, at tey ungu í nógv størri mun nýta sterkari rúsevnir enn tey eldru. Hetta hevur við sær, at viðgerðin ofta er truplari og tekur longri tíð. Ofta kann tað eisini verða ein trupulleiki hjá teimum ungu at vera saman við eldri rúsmisnýtarunum á Blákrossheiminum, og tí fáa summi bjóðað ambulanta viðgerð.
Fleiri ung verða send av landinum til viðgerð. Blákrossheimið hevur sett seg í samband við Almanna- og Heilsumálaráðið, og gjørt vart við hendan trupulleikan, og at tað er ynskiligt at kunna geva teimum ungu eitt serstakt viðgerðartilboð.
Tað positiva í ársfrágreiðingini er, at tað eru fá, sum koma afturvendandi í viðgerð á Blákrossheiminum.