Fleiri umsóknir til skúlastjórastarv

Freistin at søkja skúlastjórastarvið í samanlagda skúlanum við Streymin var úti í síðstu viku.

Verkætlanin hjá Sunda kommuna at leggja allar skúlarnar í kommununi saman í ein felags skúla heldur fram, hóast fólkaatkvøða skal vera, um skúlarnir í Hósvík og Hvalvík verða partur av samanleggingini.


Tá freistin í síðstu viku var úti at søkja skúlastjórastarvið í nýggja skúlanum, vóru sjey umsóknir til starvið.


- Nýggi skúlastjórin fær til uppgávu at mynda nýggja skúlan og skipa tilgongdina at samansjóða starvsfólk og næmingar, taka lut í byggiviðgerðini við atliti at undirvísingarskipan, innrætting,  innbúgvi og amboðum og leggja námsfrøðiligu kós skúlans, skrivar Skúlablaðið.


Um fólkaatkvøðurnar ikki broyta upp á ætlanirnar, so skal nýggi stjórin standa á odda fyri einum skúla við 286 næmingum og 23 lærarum. Starvið verður sett 1. januar 2016 ella skjótast gjørligt.