Fleiri bankar standa í røð fyri at yvirtaka partar av kreppurakta Fionia Bank.
Í øllum førum fýra bankar hava latið sítt boð inn upp á kreppurakta bankan á Fjón, Fionia Bank, sum danski staturin í løtuni rekur umvegis Finansiel Stabilitet. Tað skrivar danska vinnuheimasíðan epn.dk.
Í gjár boðaði Føroya Banki, saman við Lån&Spar, frá, at teir eru millum áhugaðu keypararnar, sum longu frammanundan telur eitt nú Spar Nord Bank og Nordea Bank.
Longu mánadagin hevur fremjingarfyritøkan hjá statinum, Finansiel Stabilitet, valt ein keypara minnum biðlarnar, sum høvdu freist í gjár at bjóða.
- Vit vænta at vit í seinasta lagi mánadagin hava funnið keyparan til Fionia Bank, sigur administrerandi stjóri Henrik Bjerre-Nielsen úr Finansiel Stabilitet.
Hann vil hvørki avdúka júst hvussu nógvir áhugaðir keyparar eru, ella í hvørjari legu prísurin liggur.
Rímulig vissa er tó um, at innskotið hjá statinum upp á umleið eina milliard krónur verður afturgoldið.