Fleiri túsund týskarar mótmæla í gøtunum

Gøturar í týsku býnum Düsseldorf, Aachen, Mannheim og Marburg fyltust í dag við mótmælisfólki, sum vildu vísa sína ónøgd við víðgongda høgrasinnaða flokkin Alternative für Deutschland, AfD.

 

Foto: Daniel Bockwoldt/Ritzau Scanpix

Bara í Düsseldorf vóru eini 30.000 mótmælisfólk.

Eisini í Osnabrück og Wittenberg vóru mótmælisgongur.

Mótmælini vóru samstundis sum Auschwitz-dagin, tá tey minstust offrini fyri jødajagstranina hjá Nazitýsklandi í fleiri evropiskum londum.

Dagurin er á hvørjum ári 27. januar.

Týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier, segði við týsku sjónvarpsstøðina SWR, at ætlaðu mótmælisgongurnar eisini frøddu hann.

/ritzau/dpa

 

 

Foto: Daniel Bockwoldt/Ritzau Scanpix