Hendan næsta tíðin, við bæði fólkatingsvali og løgtingsvali, er sera spennandi fyri fólkaræðið.
Men samstundis er tað greitt, at tað er er eitt stórt tal av føroyingum, sum eru púra útihýst frá at taka lut í fólkaræðinum, og tí spennandi og litríka kjaki, sum er í sjónvarpi og í radio, staðfestir Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek, MBF.
Teir føroyingar, hon sipar til, eru øll tey mongu, sum eru deyv, ella sum hoyra illa.
- Teir kunnu ikki fylgja við í grundleggjandi viðurskiftum, so sum orðaskifti hjá valevnunum í sjónvarpskjaki.
Í Føroyum er bara ein almenn sjónvarpsrás, Kringvarpið, sum hevur trupulleikar við at halda public service skyldurnar mótvegis fleiri hundrað føroyingum. Kringvarpið sigur, at orsøkin er peningatrot.
- Kringvarpið er á fíggjarlógini, men tá ið public service skyldurnar ikki verða hildnar, er tíðin óivað komin til at seta eina serliga játtan av á fíggjarlógini, og marka hana til at teksta føroyskarsjónvarpssendingar á sama hátt sum ein serlig játtan er sett av til teknmálstulking, sigur Tóra við Keldu.
Hon leggur eisini dent á, at ST Sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, eru púra greiður á hesum øki.
- Londini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fult og heilt fáa verið við í politiskum og almennum lívi á jøvnum føti við onnur.
Forkvinnan í MBF sigur, at ST hevur eisini sett Føroya landsstýri ítøkiligt krav um at tryggjar bæði teimum deyvu, og teimum, ið hoyra illa, atkomu til allar sendingar, ið Kringvarp Føroya sendir.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Tóru við Keldu siga sína hugsan um at eitt stórt tal av føroyingum, ikki sleppur upp í part tí at tey er deyv, ella hoyra illa










