Útbyggingar
Næstu árini skulu fleiri tunlar gerast afturat í Føroyum.
Tað sæst á fíggjarlógini fyri 2005, sum landsstýrið legði fyri løgtingið herfyri.
Í fíggjarlógini hevur landsstýrið sett pening av til at fyrireika tríggjar nýggjar tunlar.
Og fyri fyrstu ferð er eisini undirsjóvaruttnil um Skopunarfjørð nevndur í eini fíggjarlóg.
Annars eru tað bæði norðoyingar og sandoyingar, sum fáa nýggjar tunlar komandu árini.
Í løtuni verður arbeiðið fyrireikað at gera tunnil Norður um Fjall í Borðoynni.
Tað er ein tunnil úr Klaksvík til Norðoyri, sum skal koma ístaðin fyri tunnilin ímillum Klaksvík og Árnafjørð og tunnilin Àrnafjørð og Norðtoftir.
Teir báðir tunlarnir eru smalir og væntandi er ikki, at teir fara at taka ferðsluna, tá ið tunnilin um Leirvíksfjørð er liðugur.
Tí er ætlanin at gera ein nýmótans tunnil, sum gongur heilt úr Klaksvík til Norðoyri í einum strekki.
À fíggjarlógini fyri næsta ár, eru 500.000 krónur settar av at halda fram við fyrireikingunum.
Tunnil til Viðareðis
Men í saman viðfangi er at halda fram og at gera tunnil til heilt til Viðareiðis.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at ætlanin er at gera eina heildarætlan fyri allan vegin, heilt úr Klaksvík til Viðareiðis og ein partur av tí verður ein tunnil á strekkinum ímillum Hvannasund og Viðareiði.
Sostatt hevur landsstýrið skotið upp at seta 500.000 krónur av til forkanningar til ein tunnil til Viðareiðis.
Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at hava eitt tunnilsarbeiði ígongd alla tíðina og sostatt er ætlanin at fara undir vegastrekkið Klaksvík - Viðareiði, tá ið Hovstunnilin er liðugur um eini tvey ár.
Hann sigur, at eftir ætlan skal arbeiðið at dagføra vegasambandið ímillum Klaksvík og Viðareiði, bjóðast út.
Ætlanin er at bjóða tað út í einum, ella kanska í tveimum umførum.
Tunnil til Dals
Og langt um leingi sær eisini út til at sandoyingar fáa sín tunnil ímillum Húsavík og Dal, sum tosað hevur verið um leingi.
À fíggjarlógini fyri næsta ár, hevur landsstýrið sett eina millión av til at fyrireika tunnilsgerð ímillum Húsavík og Dal, og ætlanin er nú at gera kjarnuboringar fyri at vita, hvar linjuføringin skal vera.
Bjarni Djurholm sigur, at hetta arbeiðið er ikki so umfatandi og mett verður, at tað kann gerast samstundis sum onnur arbeiði.
? Landsverk hevur eitt lið av tunnilsarbeiðarunum og eg haldi at tað er rætt at varðveita ta serfrøðina hjá Landsverk. Tí er ætlanin at tað verður manning frá Landsverki, sum skal gera tunnilin til Dals. Tað skilst eisini, at ætlanin er at fara undir tunnilin, tá ið kjarnuboringarnar eru gjørdar.
Men alt veldst sjálsvagt um, hvat kjarnuboringarnar vísa, leggur hann afturat.
Undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð
Í fíggjarlógini fyri næsta ár hevur landsstýrið eisini skotið upp at seta 500.000 krónur av til at gera tær fyrstu kanningar í sambandi við undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sandoy.
Í fyrstu syftu er ætlanin at biðja Jarðfrøðisavnið gera eina meting um, hvar á strekkinum tað er frægast at gera seismiskar kanningar.
Men nær farið verður undir ein slíkan tunnil, er vónleyst at siga nú.Tað veldst alt um fíggjarorkuna í landinum, sigur landsstýrismaðurin.
Tað eru nógvir spurningar at taka støðu til, bæði um linjuføringar og í hvønn mun, Hestoyggin skal takast við í einum undirsjóvartunli undir Skopunarfjørð.
Men aðrir politikarar, vit hava tosað við, meta, at um 10 ár er koyrandi ímillum Streymoy og Sandoy.
Tað við Bjarni Djurholm ikki leggja høvdið á blokkin uppá.
Hinvegin ivast hann ikki í, at tað verður í næstu framtíð, at fast samband verður í Sandoynna.
Samferðsluætlan fyri alt landið
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at allar hesar kanningarnar, eru eisini eitt lið í arbeiðnum hjá Landsverki at gera eina samferðsluætlan fyri alt landið.
Í hesum sambandi skal Landsverk gera eina meting um, hvussu og hvar tað er sannroynt, at vegakervið kann útbyggjast tey næstu árini.
Í sandoynni býr ikki so nógv fólk og politikarar hava nevnt fyri Sosialinum, at skal fast samband í Sandoynna forsvarast fíggjarliga, verður neyðugt at fáa Suðuroynna uppí. Tá ið undirsjóvarunnilin so er liðugur, skulu suðuroyingar sostatt ikki longur sigla til Havnar, men til Sands.
Verður Suðuroyggin tengd uppí Sandoynna er fólkagrundarlagið undir einum føstum sambandi um skopunarfjørð, vaksið 5.000 fólk.
Og so er fólkagrundaralagið undir føstum sambandi í Sandoynni líka stórt sum fólkagrunarlagið undir fasta sambandinum í Norðoyggjar.