Fleiri útstykkingar í Hoyvíkshaganum

Skjøtil verður nú settur á útstykkingina í Djúpagili og Millum Gilja. Tekniska nevnd hevur samtykt at gera útbjóðingartilfar til at projektera og byggibúgva 24 nýggj grundøki í Hoyvíkshaganum

Bogi Andreasen, býráðslimur. Limur í Teknisku nevnd

------

Útstykkingarnar í Djúpagili og Millum Gilja, sum undanfarna býráð samtykti longu 2. mai í fjør, verða nú veruleiki. Úbjóðingartilfar til at projektera og byggibúgva økið verður gjørt klárt í næstum. Málið var fyrstu ferð reist í býráðnum í 2007, og tað er at fegnast um, at útlit umsíðir eru fyri, at fleiri ungar familjur og onnur aftur kunnu seta búgv í náttúruvakra Hoyvíkshaganum.
Tá ið málið var samtykt í fjør, vístu vit á týdningin áhaldandi at veita góðar bústaðarmøguleikar í høvuðsstaðnum. Týdningurin verður ikki minni av, at tað er staðfest, at fólkafráflyting í dag er ein verulig hóttan ímóti føroyska samfelagnum. Góðir bústaðarmøguleikar í Tórshavnar Kommunu kunnu vera við til at venda minkingini í fólkatalinum.
Tryggleiki og trivnaður í egnum bústøðum uttan hóttanir um, at leigumálið verður sagt upp ella selt. Tað eigur áhaldandi at verða málið hjá okkum í býráðnum. Tey 24 nýggju grundstykkini í Djúpagili og Millum Gilja eru gott dømi um, at hendan kósin verður hildin.
Talan verður um 24 grundøki, sum verða 305 m² til 328 m² til víddar. Nettonýtslustigið verður 0,4, og tað svarar til, at størstu húsini kunnu verða umleið 130 m².
Vegur verður til útstykkingina frá nýggja sambindingarvegnum,sum gongur í nýggja innkomuvegin til Havnina. Sostatt liggur økið væl fyri bæði at sleppa skjótt inn í Havnina og út úr høvuðsstaðnum.