Fleiri trupulleikar til Bayern

Tað gongur einki hjá týska stórliðnum FC Bayern í nýggju kappingini. Seinasta vikuskiftið tapti Bayern stórt, og hetta vikuskiftið var ætlanin, at Bayern skuldi rætta tað mistakið. Men tað eydnaðist ikki. Bayern spældi ímóti Hannover 96, og einasta málið í dystinum skoraði Hannover. Bayern royndi í seinna hálvleiki at trýst, men teir fingu einki mál.