Fólk, sum komu oman á strondina á Kvænes í Noregi nýggjársaftan, fingu ein hvøkk, tí frá sjóvarmálanum og niðanfrá lógu fleiri tons av deyðari smásild. Fólk, sum búgva har á leiðini, halda, at sildin er komin upp á land dagin fyri. Tey siga, at hetta sama hendi eina ferð í áttatiárunum.
Um orsøkin siga tey, at ein á rennur út har, sum sildin lá, so kanska er hon druknað, tá hon er komin í feskvatn.