Tað var ein serligur dagur hjá Fuglafjarðar havn í desember mánaði í fjør, tá uppsjóvarskipið hjá Framherja - Høgaberg - kom á Fuglafjørð sum skip nummar 1000 í árinum.
So mong skip hava ongantíð áður verið í Fuglafirði í eitt ár. Tí var 1000-talið eisini rópt “magiska” talið, sum Fuglafjarðar havn nú hevði rokkið.
Tá árið 2017 var liðugt, kundi havnarmeistarin, Rólant Højsted, fegnast um, at skipatalið á Fuglafirði hetta árið tilsamans gjørdist 1051.
Hyggja vit eftir, hvussu gingist hevur við skipatalinum fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør, sæst, at í ár hevur eitt skip meira verið á Fuglafirði.
Rólant Højsted sigur, at skipatalið við endan av apríl í ár var 327 ímóti 326 somu tíð í fjør.
- Men, vit síggja, at inntøkurnar higartil í ár eru størri enn í fjør, og vit siggja eisini, at skipini higartil í ár samanlagt hava verið 172.624 bruttotons størri enn somu tíð í fjør.
Havnarmeistarin vísir á, at fram til endan av apríl í fjør høvdu 85 útlendsk skip verið á Fuglafirði, og somu tíð í ár var talið 112 - ella 27 útlendsk skip fleiri í ár.
- Vit hava havt nøkur útlendsk skip, sum hava landað í Fuglafirði í ár, og vit hava ivaleyst eisini havt fleiri útlendskar bunkringar, sigur Rólant Højsted.
Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur innflutningurin um Fuglafjarðar havn verið tilsamans 248.400 tons, meðan útflutningurin hevur verið 142.400 tons.
- Tølini fyri fyrstu fýra mánaðirnar í fjør vóru ávikavist ein innflutningur á 201.000 tons og útflutningur á 107.800 tons.
Havnarmeistarin vísir á, at her er allur inn-og útflutningur, sum er farin um bryggjukantin í Fuglafirði í nevnda tíðarskeiði, íroknaður.
Spurdur, hvørjar vórirnar eru fyri restina av hesum árinum, sigur Rólant Højsted, at tað altíð er trupult at meta um tað, sum framman fyri liggur.
- Kvoturnar av makreli og sild eru minkaðar í ár, og haraftrat mugu vit rokna við, at nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic verður við aftur, tá makrel-og sildavertíðin byrjar aftur í heyst, leggur hann aftrat.